Umframt Róa á Kósini starvast ein læknaskrivari og ein sjúkrarøktarfrøðingur eisini í læknaviðtaluni. Læknaviðtalan luttekur í víðariútbúgving av yngri læknum, so útbúgvingarlæknar kunna verða knýttir at viðtaluni í styttri ella longri tíðarskeið.
Flestu dagar eru 2 læknar til arbeiðis í báðum viðtalunum og sjúkrarøktarfrøðingar sum eisini hava sínar viðtalur. Tá ið útbúgvingarlæknar eru knýttir at viðtalunum, hava tey eisini egnar viðtalur.
Hendan arbeiðsgongdin ger, at tað kunna sita nógv fólk í bíðirúminum í senn og ikki er altíð, at rópt verður inn í somu raðfylgju sum tey eru komin.
Í viðtaluni hjá Róa í Kósini byrja læknarnir viðtalurnar kl. 8.15 og hava tí ikki telefontíð. Sjúkrarøktarfrøðingarnir svara telefonunum gerandisdagar kl. 8-9.30 og 10-12. Ímillum kl. 8 - 9.30 er møguleiki at biðja um viðtalu. Ímillum kl. 10 - 12 er møguleiki at endurnýggja reseptheilivág, fáa svar uppá ymsar spurningar og flestu kanningar. Um tað er trupult at svara spurningi í telefonini, verður í hvørjum føri mett, um tú skal hava eina viðtalutíð ella læknin ringir aftur til tín. Vit stremba eftir, at læknin ringir sama dag ella skjótast gjørligt.